Hjá Berg er stallur og ríðihús sligið saman. Her er ríðiskúlin í gongd.
Hestarnir verða brúkt 1-2 tímar dagliga vetur og um summarið 3-4 tímar. Teir sleppa annars út hvønn dag øll 24 og skulu takast inn ein og ein um kvøldið. Teir hava altíð 1-2 frídagar í vikuni.
Hjá Berg eru nakrar fáar boksir foruttan básarnir.
Ætlanin er at fáa leysagongd (DA;løsdrift), soleiðis at helvtin av hestunum kunnu vera úti og so er betri pláss inni til teir, ið ikki eru úti.
Fóður verður keypt niðri og í Íslandi. Tað er dýrt í frakt, men Leif hevur uppgivið at fáa hoyggj við javna góðsku her í landinum. Súrhoyggj og hoyggj við ójavna góðsku fer í hógvarnar. Foruttan turt hoyggj fáa hestarnar eitt sindur av betfóður (rótfibrar tilsett melassu). Í august-septembur sleppa hestarnir í summarferiu í haganum í Oyndarfirði, har ganga eisini gamlir hestar og fyl alt summarið.
Tøini verða spreitt við flottøspreiðari.
Berg nýtir jarnskó, men hevur prøvað ein heilskógv úr plastikki, sum hevur hildið longri enn jarnskó. Har ganga 6-10 vikur millum skógvingarnar og 3-4 hestar ganga við heilskóm.