Her er ein stallur til 16 hestar (vinstrumegin) og 4 standa í bygninginum við síðuna av (til høgru). Hestarnir eru á beiti um summarið og unghestar eru í haganum. Á beiti fáa hestarnir eisini sligið græs, soleiðis at teir kunnu standa longri á sama stykki. Teir standa á einum stórum stykki, har tað ikki er neyðugt at taka hestaperur upp. Hestarnir standa inni frá mitt oktobur til 1.mai.
Tøini verða lagt uttanfyri, har øll kunnu koma og taka (gott til havan!). Tað er betri um tað hevur ligið upp í eitt ár, tá koma eisini sílfiskarar eftir ormum. Annars hevur Henke brúkt tøini saman við gomlum jarn og betong til at planera við.
Tøini verða lagt uttanfyri, har øll kunnu koma og taka (gott til havan!). Tað er betri um tað hevur ligið upp í eitt ár, tá koma eisini sílfiskarar eftir ormum. Annars hevur Henke brúkt tøini saman við gomlum jarn og betong til at planera við.
Fóðrað verður við vátum og turrum
hoyggji úr ballum. Teir fáa 3 ferðir um dagin; morgun, eftirmiddag og á midnátt. Eisini kunnu teir fáa sligið græs ella frukt og grønt. Her verður brúkt føroyskt hoyggj, sum Henge hoyggjar sjálvur og tað er bíligari enn at keypa aðrastaðni frá. Henge fær gjarna alt hoyggj í hús áðrenn Òlavsøku.
Ígjár var Henge úti at ríða fyri fyrstu ferð á einum unghesti hjá sær. Hetta gekk soleiðis fyri seg, at hann legði saðil og boksl á hann og tók hann við sum hondhest saman við einum av ríðihestunum hjá sær. Tá komið var heim aftur, setti hann seg upp á unghestinum og fór beinanvegin avstað við hinum hestinum sum hondhestur. Ríðihesturin kann stýrast við røddini og unghesturin fylgir enn einaferð við, men við ryttara á. Einigin dramatikkur og ongar trupulleikar.
Nú eg var i Vágunum mátti eg frætta um Henge visti nakað um Brandur (Gullbrandur) hjá mær, tí eg havi hoyrt hann var haðani frá. Eg fekk at vita, at familjan hjá Henge, áðrenn hann beginnti við íslendskum hestum, hevði 3 ryssur, sum allar itu Branda og tey ólu eitt blandað hestaslag og fingu 3 fyl um árið og vóru tey mest sum altíð gul við svørtum beinum. Ryssurnar eru deyðar, tann síðsta fyri fáum árum síðani, langt yvir 20 ár gomul. Jú, hetta kann ljóða sum upprunað hjá Brandi, havi altíð hugsað um, hvat slag hann man vera 🙂....