21. novembur 2010

Trúgvi býr í Hvalba og hevur eitt fjós beint við síðuni av húsinum. Hann eigur 2 hestar; Sólvindur og ryssuna Sherru. Teir hava gingið á beiti inn í novembur, men nú standa teir heima við hús. Betong er rundanum fjósið, har hestarnir kunnu standa og so sleppa teir innum tá veðrið er ringt.
 

Hestarnir fáa turt hoyggj í løtuni og eitt sindur av kraftfóður (til seyðir), men seinni í vetur fáa teir súrhoyggj.

Eva passar hestarnar hjá Trúgva. Hon roynir eisini nú í myrku tíðini at fara ein túr við teimum so ofta sum gjørligt. 

Her er Sólvindur við einum Hackamore (boksl uttan meyl).