Passar saðilin ?
Um hesturin roynir at umganga, at tú situr upp, illa vil ganga ella gumpar, kann orsøkin vera, at saðilin ikki passar. Tað kann eisini vísa seg í stuttum ella ólíkum rørslum. Tá
saðilin ikki passar, kann hesturin blíva eymur í rygg og økslum og fáa skaða. Men hvussu veitst tú, saðilin passar hestinum?
Fyrst mást tú finna punktini í
kropsbygnaðinum hjá hestinum, ið hevur týdning fyri saðiltilpassing:
Tá saðilin liggur á hestinum, kannast:
1. kopfjarn - vinkulin skal passa hestinum. Herundir
sæst dømi.
2. saðilin skal liggja inn til hestin frammi og undir - saðilin skal vera beinur ella hava svaggj, eftir hestinum. Er luft onkurstaðni millum rygg og saðil, skapast eina "brúgv" og merkir hetta, at saðilin hvílir á 1 ella 2 punktum í staðin fyri á allari saðilspútuni.
4. Liggur saðilin rætt aftanfyri økslunum, liggur búkreimin á bringubeininum eina hondsbreitt frá alboganum
5. Tryggjast skal at saðilin altíð passar hestinum, eisini tá hann broytast við árstíðunum ella aldrinum.