BERFÓTAHESTAR

 

Hvat er ein berfótahestur?

Hví hava sín hest berfótan?

Hvaðani kemur berfótarørslan?

Hvussu ber til at hava berfótan hest?

Berfótahestar í aktión!

Hvat er ein berfótahestur?

Berfótahestar er eitt heiti fyri hestar, ið haldast og brúkast uttan jarnskógvar neglt á hógvunum og sum fær regluliga hóvrøkt eftir berfótameginreglunum. Alt eftir umstøðunum, kunna teir klára seg heilt uttan verju á hógvunum ella teir brúka stivlar, tá neyðugt er. Legg til merkis, at hóast ein berfótahestur altíð er skóleysur er ein skóleysur hestur ikki altíð berfótahestur! 

At hesturin eiga at fáa neglt jarnskógvar fast undir hógvunum, er fyri flest hestafólkum ein sjálvfylgja. Tó velja alsamt fleiri um allan heim at halda hestin berfótan, hví?

Hví hava sín hest berfótan?

Ein berfótur hestur fær gagn av hóvmekanismuni. Hóvmekanisman er, tá hógvurin víðkar seg út, tá ið hesturin traðkar niður, og trekkjar seg saman aftur, tá ið beinið lyftast upp.  Hon stuðlar undir blóðreinslinum og gevur hógvinum evna til at vera stoytdoyvandi.

 

Video sum vísir hóvmekanismu :

Náttúrligt blóðreinsl í hógvinum gevur bestu hóvheilsu og stuðlar undir blóðreinslinum sum heild, so hjartað ikki skal arbeiða ov hart. Her undir er ein thermografisk mynd, sum vísir 3 berfót bein og eitt bein við ánegldum jarnskógvi. Síðstnevnda er kaldari vegna eitt tarnað blóðreinsl.

Hógvurin er gjørdur til at vera stoytdoyvari. Tá hóvveggur, sóli og stráli tilsamans bera vektina, kann  hógvmekanisman, blóðreinslið og bróskpútarnar innaní hógvinum taka av stoytinum, tá ið hesturin setur hógvin í jørðina. Henda stoytdoyving forðar fyri yvirbelastning av liðum og beinarakið, sum ikki eru gjørd til at stoytdoyva.

Jarnskógvar forðar hógvinum í virka, sum hann er gjørdur til og sum stutt er greitt frá heryvir. Árinini frá jarnskóm, verður umrødd í greinini "Jernskoens synderegister" (úr bókini "Gør din hest til en VINDER" givið út av Sleipnir sport í 1990 í samband við at teir komu fram við stoytdoyvandi (plastik) hestaskóm). Í stykkinum verður millum annað greitt frá: 

"Jernskoen rammer underlaget som en hammer – uden nogen form for affjedring eller dæmpning. Da skoen er sømmet til hoven foran, forplanter en stor del af slaget sig omgående frem i hoven. Herefter bliver hele hovfladen hurtigere slået i underlaget. Det sker inden for ganske få millisekunder. Det betyder, at hovens primære støddæmper i den bagerste del af hoven bliver sat delvis ud af funktion.

Den uskoede hov tager helt anderledes på anslaget. Den rammer nok underlaget med samme energi, men da horn er et blødere materiale end jern, og da støddæmperen i dragterne når at træde i funktion, fordeles kraftudløsningen over 3 gange så lang tid. Det er stadigvæk meget kort tid – men nok til at slagkraften reduceres til noget tåleligt. Efter de fysiske love, betyder den tre ganges forøgelse af anslagstiden, at slagets belastning reduceres til 30 % - og det vil igen sige, at 70 % af belastningen forsvinder.

Vi ved altså, at jernets hårdhed og den korte anslagstid betyder, at stødkraften øges med ca. 350 % - eller næsten 4 gange så meget, som den naturlige, uskoede hov ville være blevet belastet med. Hele slagkraften udløses i det halve millisekund, hvor jernskoens dragter slås i jorden."

Hvaðani kemur berfótarørslan?

Grundarlagið undir nútíðmans berfótarørsluni varð lagt av tveimum hóvsmiðjum, Jamie Jajkson (USA) og Gene Ovnicek (AUST), sum ótengt at hvørjum øðrum gjørdu kanningar av villhestahógvum í 1980'unum. Tað, ið teir lærdu, gjørdi  villhestahógvin til eitt ideal hjá teimum og broyttu teirra hugburð á hóvrøkt. Skjótt byrjaði fleiri hóvsmiðjir, í øllum londum, at fylgja teimum eftir. Til dømis Pete Ramey (USA), Knut Ove Bjerva (NO) og Arne Havgaard (DK) hava verið undangongumenn innanfyri berfótahóvrøkt síðani 1990'unum. Meira gransking verður útint, til dømis av dr.Robert Bowker á Michigan university, sum hevur avdúkað nógva vitan um hestahógvar. Ídag eru túsindavís av hestafólkum kring heimin, sum velja at hava hestin berfótan og heldur hetta er púra náttúrligt, í mun til traditionellan skógving.

Heimasíðan hjá Knut Ove Bjerva: www.nesgaarden.no

Heimasíðan hjá Arne Haugaard; www.naturhov.dk

  

Villhestarhógvar, mustang (USA) :

(um tú ikki sært myndirnar, trýst F5 fyri at uppdatera heimasíðuna)

 

Hvussu ber til at hava berfótan hest?

Nógv rørsla á turrum undirlagi, grovt fóður við lágum sukurinnihaldi  til matna og reglulig tíðum skerjing av hógvum er ídeelt hjá berfótahestum. Traditionel uppstallling í boks við lítið av rørslu, kraftfóður ella frítt beiti á bøi til matna, vátt liviumhvørvi (undirlag), er ikki ideelt til berfótahestar. At hava berfótahest er also ikki bara ein spurningur um skógvar ella ikki skógvar, men krevur eitt hestahald, sum so vítt møguliga gongur hesum krøvum á møti.

Berfótahestar í aktión

(um tú ikki sært myndirnar, trýst F5 fyri at uppdatera heimasíðuna)

80 km uppá 3,5 tímar - berfótur

Saucy night - berfótur kapphestur (til vinstru)

Houston Mounted Patrol

Alle 38 heste i Houston Mounted Patrol er nu barfodet. Arbejder op til 14 timer om dagen på asfalt/beton.

Olympisk dressur

Shannon og Steffen Peters, olympiskir dressur ryttarar, hava nú 15 hestar berfótar og sigur berfótar hestar "hevur betri rørslar "