Gestabók

Skriva eina heilsan :)

6. maj, 2015

Maria

Takk fyri! Vit hyggja hvønn dag fleiri ferðir, um tú sigur mær hvar hann var fastur, skal eg rudda upp.

6. maj, 2015

:)

ein av hestinum stóð fastur í kvøld, hjálpti honum, men onkur burdi hugt til teir við hvørt

8. jan, 2014

Heri Dahl

Super stuttlig og hugnalig heimasíða. Ordiliga flott av tykkum :)

31. maj, 2012

Nathalia

Hey, Disa og Skakka eru vónandi kvidnar, veit nakar um tær hava folað?

15. apr, 2012

Heidi Samuelsen

Síðst í apríl mánaða (vika 18) koma Glenn rossatannlæknin og Jórun aftur til Føroyar.
Tá tey vóru her síðst í oktober, vóru tey og hugtu/ornaðu tennirnar hjá fleiri av teimum føroysku rossunum. Vit vilja veruliga tilmæla hetta til onnur, tí arbeiði verður gjørt sera gott og munandi betur enn um tennirnar t.d. bert verða fílaðar við einari rasp.
Um áhugi er fyri tí, kann Jórun eisini geva akupunktur/kiro, hetta er sera gott fyri ross, ið eru stív o.s.v.

Glenn verður í Føroyum í viku 18
Áhugaði kunnu tegna seg á t-post: joso@paradis.dk
Meldi til í góðari tíð, so tey fáa gjørt eina arbeiðsætlan, ið er so effektiv sum møguligt.

2. okt, 2011

Heidi Samuelsen

Jaja, tað er ikki orduligt, viss man ikki ger onkran feil ;) Men Glen verður her heima 1. nov!! hehe :)

2. okt, 2011

Heidi Samuelsen

Hey tit! :)

1. Oktober kemur Glen aftur at orna tenn á rossunum her í Føroyum. Hann verður í ca eina viku. Um tit vilja hava tenninar ornaðar, skriva so mail til joso@paradis.dk og bílegg tíð :)

20. jul, 2011

Maria

Hey Joan!
Ja, tað er eitt frítíarítriv hjá mær at fáast við hógvum. Ein trupulleiki her á leiðum er, at hestarnir als einki slíta sjálvir tá teir ganga á bøðnum og fólk hava hug at lata standa til um teir ikki brúka hestin. Myndirnar eru úr Føroyum.
Myndin insett her er av hestinum hjá mær og tikin í juni.

19. jul, 2011

Joan

Meini við tað svarta rossið, sum hevur extremt langar hógvar ! :-O hvat er tað fyri ross ?? annars mega fín heimasíða ;)

19. jul, 2011

Joan

heyhey :) eg syggji at tú hevur tykið myndir av hógvum. hvar eru hasra myndunar av ?? summar eru totalt djóraplága :-O