Útgangspunktini í mapping av hógvinum eru Sólabreidd og Grundlinja. Hesi eru løtt at kenna og ávirkast ikki av, at hógvurin er yvirvaksin ella bronglutur.
GRUNDLINJAN er aftast á stráluni
(blá vatnrætt linja)
SÒLABREIDD er breiðasti staðið mitt á sólanum (longsta reðya linjan).
Longdin frá Grundlinju til spískin á sólanum (blá steyrrætt
linja), eigur at vera lík við Sólabreidd.
Av tí sólabreidd og -longd eiga at vera lík, kan ein cirkul teknast millum GRUNDLINJU, SÒLABREIDD og SÒLASPÍSK.
Her á myndini sæst, hvussu bøði hóvveggur, sóli
og strála kunnu vaksa ov langt í mun til innaru geometri í hógvinum. Reyður sirkul vísur, hvussu langur (ella stuttur) sólin eigur at vera. Gul og hvít tekning vísa, hvussu strálupúta
og hógvbein liggja í hógvinum.
Myndir eru tiknar frá diasshow "Healthy hoofform slideshow" av Karen Reeves. Um tú vilt síggja diasshow (á enskum) trýst her
Myndir eru eisini tiknir frá bólkinum ABC-hoofcare á Facebook. Sheryl Henderson hevur skrivað eina bók um mapping av hógvinum og hvussu hetta kann hjálpa í hóvrøktini.