Fjósið hjá John stendur í Porkeri og har heldur ryssan Sólju hjá Evu í Skemmuni til um veturin saman við vini sínum Brandi hjá Mariu. Vit ríða saman tvær ferðir vikuliga og annars saman við øðrum.
Fjósið er sera væl innrættað við gott ljós og tveir góðar básar......
.......og gott pláss fyri saðil, boksl o.a. .......
........og við møguleika at seta hestin í band har pláss er fyri at strigla, trimma hógvar o.a. Hestarnir fáa trimmað hógvar av Mariu einaferð um mánaðin ella oftari um neyðugt. Hetta hjálpir teimum at slíta hogvarnar rætt og ikki blíva ov langir (hetta kann vera ein trupulleiki tá hestar uppihalda seg á bleytum undirlagi, ið ikki slítur).
Eisini er pláss til fóður, aftanfyri stongda dyr, so ein leysur hestur ikki sleppur til. 
Hestarnir fáa súrhoyggj úr ballum ella turt hoyggj og tað er John sjálvur ið hoyggjar. Í løtuni fær Brandi uppbloytar grønpillarar og rótpillarar aftrat, av tí hann hevur ilt við at tyggja hoyggjið nóg væl til at fáa nokk energi burturúr. Eisini fáa teir mineralblanding dagliga, Sólja fær hetta saman við eitt sindur av uppbloytum rótpillarum.
Hestarnir koma út hvønn dag, uttan so at veðrið er sera ringt, á eitt stykki tætt við fjósinum. Stykkið verður tíverri sera vátt og evjut, men teir sleppa inn hvørt kvøld og turka hógvarnir upp. 
Tøini á stykkinum verða samlað upp og lagt til síðis. Hestarnir eru á beiti ella í haga frá apríl - oktobur.