Her skriva vit um trening frá jørini og um at vera saman við hestinum

Konflikt atferð

Dyrenes beskyttelse hevur gjørt ein faldara um at kenna konflikt atferð hjá hestinum. Hetta er sera vanligt og upplýsingarnir her ger tað lættari hjá hestafólk at kenna aftur hesum og viðgera tað.

Les faldaran her


DØMI UM TREININGSØVILSIR

Fylgjandi grundleggjandi øvelsir kann gerast við hestinum í grímu og eitt 4 m band. Meiningin er at nýta kropsmál og rødd til signal ella eitt lætt trýst við hond ella reiðskap (band, ein stuttur stavur ella eina stutta písk) og fáa hestin at lurta eftir hesum. Tren ymiskar øvilsir og ikki ov leingi í senn, hestar læra sera skjótt og tíma ikki at blíva við at gera tað sama. Best er at trena eitt sindur og ofta.

Bakka og bremsa: 
Lær hestin at bakka á signal. Somuleiðis at stoppa frá fet, fara niður í fet frá trav. 

Spitari; 
hesturin skal ganga beint fram í fet og trav.

Stýring; 
hesturin skal flyta aksluna ella afturpartin til síðuna. 

Standa; 
hesturin skal standa púra stillur uttan at vera bundin meðan tú stendur burturfrá.

Sirklar; 
hesturin fer høgru- ella vinstrumegin runtanum teg og tú avgerð gongulag og ferð. (Legg til merkis at hetta ikki er at dríva hestin runnt, men at hann skal akta eftir signal).

Natúrlig hestahandfaring

Natúrlig hestahandfaring er ein hugsunarháttur, sum ávirkar mátan ein fer við hestinum uppá í øllum. Málið er felagsskapur við hestinum, sum verður grundlagdur á samskifti, har vit læra at skilja hestinum og at fáa hestinum at skilja hvat vit vilja. Hetta leggur eina góða grundvøll til passing og ríðing av hestinum.

Mátin at samskifta við hestinum uppá er grundað á tað (krops)málið, ið hestar brúka sínámillum, harav navnið "natúrlig" hestahandfaring og hetta krevur, at ein setur seg inn í hvussu hesturin livir og samskiftir natúrliga. 

Grundleggjandi fyri at fáa felagsskap við hestinum er, at hann hevur virðing fyri og álit á okkum og tað fær hann, tá vit eru konsekvent og ikki nýta makt ella harðskap. Hesturin er frá nattúruni eitt djór, ið verjir seg við at flýggja og tí er tað ein grundleggjandi fyrimunur í handfaringini, at hesturin altíð kennir seg tryggan og hevur hug at vera hjá okkum.

Av stórum týdningi í treningini av hestinum er "positiv forsterkning", ella lættari sagt - rós. Í hesum hevur timing hevur alt at siga, tí hesturin skal hava rós fyri akkurát ta atburðina, sum vit ynskja at fremja og tað vil ofta siga í ta løtuna hann ger tað.

Natúrlig hestahandfaring hevur helst verið kent so leingi sum menniskjað hevur brúkt hestar og fyrsta bókin um evnið er skrivað í ár 350 áðrenn okkara tíðarrokning av Xenofon í Grikkinlandi. Seinastu 30 árini er hesin hugsunarhátturin blivin alt meira altjóða viðurkent og har eru nógvastaðni ein kann heinta inspiratión til at arbeiða við sínum hesti. Fólk, ið eru kennt innanfyri natúrlig hesthandfaring, eru millum annað;
Monty roberts (USA)
Pat parelli (USA)
Linda Tellington Jones (USA)
Klaus Hempfling (Týskland)
Ute Lehman (Týskland)
Alexander Nevzorov (Rusland)
Carolyn resnick (USA)
Bent Brennerup (Danmark)

Trening er spæl

Her er Eva í holt við at læra Sólja at "geva hógv". Hun byrjar við at fáa Sólju at gera tað sama sum hon, nevniliga at taka beinið fram.
Eva nýtir pettir av súreplum og gulerøtum o.a. sum rós fyri at fáa Sólju at endurtaka rørsluna. Hygg eftir video her

les meira um at læra hestin tricks her

MTJ