1-12-2020
Vit hava ruddað og vaskað, brotið niður og sett upp, skrúað, hamrað, umvælt, grivið og stoypt....
NÚ
var klárt til hestarnar at flyta inn í felagsfjósið í Grønudali.
Sum nú er ganga 5 ryssur í eini leysdrift og 2 hestar í aðru.
Í løtuni eru pláss fyri í alt uml. 8 ryssur og
5 hestar í leysdriftunum og møguleiki er fyri at seta upp 2 boksir.
Í Grønudali hava vit :
Spønir til undirlag
Saðilrúm
Ryttarastova
WC
Treningsbreyt 1000 m2
Alt vatn í fjósinum er reinsað
vatn úr Hovi.
Húsaleigan er kr. 200 / mánað og eigarar standa sjálv fyri ansing.