Don Alfonso
Don Alfonso liggur nú í San Vicente, hann liggur her við ein lossipram, eitt slag av kaj sum er ankra upp á víkini.
Túrurin til Chile gekk gott, tað tók næstan 4 vikur at sigla, av hesum lógu vit knappar 3 dagar í Panama, veðrið var gott, næstan for gott til tíðir, heitt og slavið.

Hósdagur 20. novembur
Góðan dagin, enn hava vit internetsamband, eg rokni tó við at vit missa tað í kvøld.
Veðrið er heldur frægari nú, so tað er ikki so galið, eg haldi at vit sigla 12 míl nú.

Eitt sindur um navnið Don Alfonso, hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið í okkara oyrum sum er von við Christian í Grótinum, men tað liggur nakað aftanfyri.
Tað varð soleiðis at sonur til reiðaran fekk krabbamein í heilan og doyði, einans 36 ára gamal, hann æt Alfonso, og tí eitur skipið nú Don Alfonso, sum eitt minni um sonin.

Mynd: Stýrimaðurin og skiparin við Gjógv.

Mikudagur 19. November

Buenos dias, vit royna at stríða okkum suðureftir, her er sjaskveður so tað gongur ikki skjótt.
Annars so veit alt væl við umborð, hetta eru sjálvsama fittir menn at verða saman við, ikki tí hin gamla manningin varð heldur ikki so galin.....
Stórur munur er á máltíðunum, tíðirnar tá ið borðreitt verður eru ymiskar, og her verður servera fyri einum, man verður uppvartaður. Teir eta eisini nógv gras so man verður nakað klænur á jólum

Mynd: Og kokkurin er góður hann dugir..........., Juan hevur verið kokkur í 22 ár.

Eg má nokk eta hatta í meg aftur, at eg verið klænur á jólum, tí kokkurin vartar upp við 3 rættum bæði til døgurða og nátturða, sooo um kokkurin klárar at fáa proviantin at strekkja til Panama, so klári eg at halda linjuna.


Týsdagur 18. novembur
Vit fóru av Klaksvík í morgun á veg til Chile.
Sum eg skilji teir, so er meiningin at sigla niður ímóti Azorunum og síðan seta kós ímóti Panama. Hetta eru fittir menn at verða saman við so tað skal nokk fara at ganga væl hjá okkum.
Stuttligt at síggja so nógv fólk á bryggjuni í morgun, man kundi merkja, og tað søgdu teir eisini, at hetta skipið hevur haft stóran týdning fyri býin.

Mynd: Stýrimaðurin og ein dekkari hava tikið yvir vaktina á brúnni.

Týsdagur 28. Oktobur
Góðan dagin,
Vit verða á Føroyum í morginárini, hetta er seinasti dagur hjá okkum umborð á hesum Christian.
Í ítrótti plagar man at taka til at tað er best at gevast á toppinum, tað kunnu vit so eisini siga - at vit gevast á toppinum.

Mynd: Seinasta landing í Træna.

Mánadagur 27. oktobur
Góðan morgun,
Vit eru nú á veg heim, fóru úr Træna í gjárkvøldið, vit løgdu 660 tons upp har.
Veðrið er onki at reypa av so tað er eitt sindur óvist nær vit verða inni.

Mynd: Jens Sigurd og Sven Erik klandrast um tað lítlu sponsku orðabókina, teir hava ordiliga fingi blóð á tonna, at fara at studera nú á gamalsaldrinum.

Leygardagur 25. Oktobur

Vit liggja og landa í miniature samfelagnum Træna http://en.wikipedia.org/wiki/traena og landa sild, 250 tons eru uppkomin, vit land restina í morgin, og so koma vit heim.

Eyðun stjóri hevur føðingardag í dag, hann fyllir 40 ár, tillukku við degnum.

Mynd: Ein sild av vágsfirði vísir fram ein 1200 gram makrel.


Fríggjadagur 24. oktobur
Buenos dias amigos,
Hesi sístu tvey døgnini hava vit kasta nakrar ferðir, fongurin av hesum er umleið 650 tons av góðari sild. Vit sigla inn ímóti landi, vita ikki hvar vit skulu landa.
Nú hava vit fingið at vita at vit skulu til Træna at landa.


Mikudagur 22. oktobur
Hey,
Vit verða á fiskileið í kvøld, her eru ikki nógv skip á feltinum, Norðborg liggur og tovar annars er ikki nógv at greiða frá, eitt sindur sjaskut veður, men allir hava tað gott, frískir og úthvíldir - klárir at taka eitt tørn.

Týsdagur 21. oktobur
Buenos dias amigos, vit sigla norður eftir, tað er sjaskveður á loringina so vit taka tað eitt sindur róligt.
Hetta verður nokk sísti túrur hjá hesum Christian í Grótinum

Í dag er føðingardagur umborð, tað er Johnni ið fyllir 44 ár í dag, tit eru vælkomin at skriva eina heilsan til føðingardagsbarni í gestabókina.

Mánadagur 20. oktober
Desde el Christian I Grotinum un saludo a todos en pesquera itata, nos hemos embarcado hace dos dias , y la gente ha sido muy amable, estamos contentos , y esperamos al resto de la tripulacion que llegue bien, el barco muy bonito y esta bien cuidado, en estos momentos vamos zarpando hacia el norte a pescar arenque, a 500 millias.  Saludos a todos los colegas y amigos.

Sergio y Joseph

Sum tit kanska síggja so hava kilenarnir eisini yvirtikið heimasíðuna hjá okkum, hereftir verður hon nokk á sponskum og eitt sindur á føroyskum.
Vit løgdu 620 tons upp í Liavåg, og eru farnir nýggjan túr, nú eru vit á veg á sild, sildin heldur til norður úr Norðkapp so tað er langt at sigla, í minsta lagið 2 døgn.

Myndin er av stýrimanninum, Joseph.

Sunnudagur 19. oktobur
Góðan morgun, vit komu á fiskileið í gjárkvøldið, kastaðu næstan beinanvegin, og tað lá væl fyri, fingu góð 600 tons í, so nú er makrelkvotan hjá okkum uppi. Vit sigla nú móti landi, fara fyrst til Bergen eftir tveimum kilibúgvum, ein maskinmaður og ein stýrimaður, teir skulu vera við sístu tíðina fyri at koma at kenna skipið. Síðan fara vit norður til Liavåg at landa, veðrið er eitt sindur sjaskut, so tað gekk akkurat - at fáa fisk áðrenn illveðrið.

Mynd: Í Bergen hittu vit Oskar hjá Haldur í Ánunum og Beinur hjá Leo í Toft, teir vórðu stýrimenn á hesum risa seismikk skipinum, Geo Celtic, tað er ólíka 

Leygardagur 18. oktobur
Góðan morgun, nú er vit aftur on-line, vit mistu sambandi við umheimin mánadagin, men takka verið Hans Klakkstein, í samstarvið við Vikmar, so er hetta komi í rættlag aftur.
Vit vórðu annars inni aftur mikukvøldið, hesufer í Bergen, fyrst løgdu vit nótina uppá land til umvælingar, og so til Bergen at landa, og her hava vit verið síðan, hava landa góð 500 tons av makreli í trýggjar dagar.
Eitt sum vit eru samdir um er at tað regnar ótrúliga nógv í Bergen, hagtølini siga at í meðal fella 2250 mm um árið, eitt árið regnaði 69 dagar í trekk. So um vit samanberða hetta við Klaksvík, har tað kanska koma um 100 mm niður um árið so er Heimbygdin mest lík Sahara

Vit fara annars útaftur at fiska í dag.

Dagsins maður: Hans Klakkstein.    

Mánadagur 13. Oktobur

Nú sigla vit aftur, vit kastaðu 2 ferðir í gjárkvøldið, 100 tons fyrrufer og 500 tons seinnufer, so tey sum duga at leggja saman hava langt síðan rokna út at vit hava 600 tons av góðum makreli.
Leiðin gongur aftur hesufer til Nils Sperre á Ellingsøy og prísurin er slett ikki so galin, skulu landa klokkan 11 í morgun. 

Dagsins mynd: Ein vælnøgdur makrelfiskari.


Sunnudagur 12. Oktobur
Vit fóru útaftur seinnapartin í gjár, vit landaðu 730 tons til Nils Sperre.
Her sjaskveður ímóti so tað gongur ikki skjótt at koma á felti aftur, verða tó frammi fyrrapartin í dag, vónandi verður okkurt at fáa.

Mynd: Liggja og landa, allar myndirnar ið vit hava brúkt sístu tíðina eru skotnar av Petur Jørgin og Jens Sigurd í Haraldsundi.

Fríggjadagur 10. oktobur
Vit liggja enn í Ellingsøy, helvtin er uppkomin, skulu landa restina í morgin.

Hósdagur 9. oktobur

Nú sigla vit aftur, vit fingu 700 tons í morgun í tveimum køstum, hesaferð skulu vit landa hjá Nils Sperre á Ellingsøy, vit skulu landa í morgin.


Mikudagur 8. oktobur

Vit eru farnir nýggjan túr, fara nokk aftur á makrelveiðu.

Hetta gjørdist ein rimmar túrur, vit landaðu 734 tons fyri NOK 13,44 og vit fingu næstan alt í einum kasti.
So vit hava nógv at takka fyri, tað er heilt sikkurt.

Mynd: 7-800 tons av makreli spenna í alt sum teir megna fyri at sleppa niður.


Týsdagur 7. oktobur

Í dag er føðingardagur umborð, tað er vágbingurin Svend Erik Stenberg ið fyllir 46 ár í dag, so tað er lagkøka á skránni, til nátturða steikir kokkurin ræst kjøt.
Vit liggja hjá Egersund Seafood og landa, tað gongur væl, 400 tons eru komin upp.
Mynd: Svend Erik stendur og bøtir, hann er tiltikin góður nótamaður.


Mánadagur 6. oktobur
Vit kastaðu í lýsingini í morgun, tað lá bara væl fyri, yvir 700 tons vóru í, vit eru nú á veg til Egersund at landa, verða inni fyrrapartin í morgin.

Sunnudagur 5. oktobur
Vit liggja enn og leita eftir makreli, vit hava tað allir gott, mettir og væl settir.

Kristian á Norðborg fyllir ár í dag, tillukku við degnum, ein kendur klaxsjingur hevði føðingardag í gjár - 4. kartober

Leygardagur 4. oktobur

Vit komu á fiskileiði í dag, veðrið er onki serligt, onki nótaveður, hann sigur tó ein skáða í kvøld, kanska tað heldur stikk.


Fríggjadagur 3. oktobur
Vit eru farnir útaftur, landaðu góð 200 tons til Olav Fiskerstrand, tað var bara í ordan. Eru nú á veg á makrel aftur, veðrið er eitt sindur sjaskut.

Mynd: Dánjal fyllir 10 ár í dag, tillukku við degnum góði.

Hósdagur 2. Oktobur
Góðan dagin,
Vit eru nú á veg til Fiskarstrand við Ålesund við 200 tonsum av makreli, vit fingu fiskin í tveimum køstum í nátt, vit skulu landa í morginárini.

Mikudagur 1. oktobur
Í dag er 1. oktobur, so nú eru bara 30 dagar til skipið skal handast nýggju eigarunum
Vit eru farnir útaftur, høvdu onki netsamband í Fosnavåg, lógu beint undir einum bergi sum skuggaði fyri parabolantennuni hjá okkum, tí er onki skrivað.
Vit landaðu 900 tons fyri 3,50, so tað varð bara ein góður túrur, nú liggja vit og leita eftir makreli, her er onki at síggja og hann sigur eisini illveður, so hvør veit, kanska enda vit har norðuri aftur, nú er Norðborg eisini komin aftur á feltið, uttan at vita tað so rokni eg við at teir longjast eftir okkum

Vit fingu eisini nýggjar kreftir umborð nú, Sjúrður G. við Kellingará, Jóannes Viðbjørg og Hentze Joensen komu yvir, og onkur fór heim, gott at fáa rakst nótafólk umborð

Sunnudagur 28. septembur
Góðan morgun, vit royna at stríða okkum suðureftur, her er illveður beint ímóti so tað gongur seint. Vit hava siglt innanskers síðan fríggjakvøldi, men tað eru nøkur strekki á leiðini har ið onki læð er, og tá er buldraslit.

Mynd: At bøta hoyrir eisini til nótalívið.

Fríggjadagur 26. septembur
Hey, nú vóru vit aftur her við feskum tíðindum. Vit hava nú verið á feltinum í nakrar dagar og serliga í nátt hevur ligið væl fyri, 3 hampuliga góð køst á umleið 900 tons tilsamans.
So nú eru vit á veg til Fosnavåg at landa, veðrið er ikki so gott, tað verður betur í kvøld tá vit fara inn um við Andenes.

Mynd: At landa sær út til at verða góða lív.

Týsdagur 23. septembur
Vit høvdu stutta karrieru sum makrelfiskarar á hesum sinni, nú eru vit á veg aftur á sildafelti.
Menn stytta sær stundir við at spæla risk.

Leygardagur 20-09-08
Ætlanin er broytt, vit eru nú á veg inn til Bodø at landa. Vit sleppa framat at landa aftaná døgverða í dag.
 
Tað er annars føðingardagur umborð í dag. Tað er eingin annar en aldursforsetin á dekkinum Jens Sigurd sum verður 48 ár í dag. Og man kann ikki siga annað enn at hann ber seg væl aftaná at hava verði á sjónum í meir enn 30 ár. Vit umborð ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum, og nógv góð ár afturat.

Mynd: Jens Sigurd passar netatrumluna við kønari hond.

Fríggjadagur 19-09-08
So eru vit aftur á veg inn at landa . Hava 750 t av sild í lastini og eru á veg til Måloy, vera væntnadi frammi sunnudagin. Veðri á leiðini hevur verið eitt sindur sjaskut   nú er aftur slætt undir fótum, nú vit eru komnir inn um norska skergarðin. 
  
Vit hava tað allir gott, og lata heilsa heima á klettinum.

Hósdagur 18-09-08
Eftir at hava landa um 1000 tons í Træna hildu vil leiðina norð aftur á sildafelti. Vit koyrdu troli út um náttratíð í gjar og hálaðu aftur á midnátt tað mundi fara at tátta í 500 t.

Vit hava partrola við Norðborg, hon skuldi hava uppí ein tanga og vit rest um 400 tons.

Troli er farið útaftur so er bara at vóna at tað fer at hylnast líka væl.

Mynd: Tað er umráðandi at binda væl fyri á posanum so onki sleppur útaftur.

Týsdagur 16-09-08
Vit liggja nú við kaj í Træna sum er ein lítil oyggj norðaliga í norra. Vit byrjaðu at landa um 11 tíðina í gjár og hava landa 481 tons sum er á leið helvtin av lastini. Vit byrja aftur í morgun klokkan 9 norska tíð, og ætlanin er at gera okkum lidnar at landa í dag.

Á Træna búgva um 450 fólk, her er vakurt nógvar smáar oyggjar og høg fjøll. Ferðasambandið við fastlandíð er ein tvíkilja sum siglur 2 ferðir um dagin, tað tekur góðar 2 tímar at sigla.  

Mynd : Ferðasambandið hjá Trænabúgvum við umheimin

Sunnudagur 14-09-08
Nú er lagið gott á monnum, vit eru á veg inn at landa. Hava partrola við norðborg í nátt og tað lá væl fyri. Tá liðugt var at pumpa vóru allir tangar fullir so vit hava um 1000 t av sild innanborða . Lastin er seld og skulu vit landa í Træna einastani í Norra.

Vit takka Norðborg fyri gott samstarv í nátt, og ynskja teimum gott fiskarí. Vit vera skjótir aftur. 


 

Leygardagur 13-09

Eftir at hava leita í meir enn eitt døgn, hava vit nú koyrt troli út í morgun. Her eru nógv skip at síggja á leiðini so tað kann fara at vera trongligt um øll koyra út.

Tað er annars í dag at Liverpool og M.United spæla so her umborð ganga menn við nervinum uttaná og hava mist svøvnin.

Her er fínasta veður og allir hava tað gott, burtursæð frá fótbóltsfebrinum


Hósdagur 11.09
So vóru vit endiliga aftur. Hava ligi í Fosnavaag og har var einki samband við alnótina . Vit hava landa 676 tons av sild. og eru nú á veg aftur til fiskarí. Tað ljóðar ikki frá tí villa fiskarínum men vit hava gott mót og herja á. Allir hava tað gott og veðri er av tí besta.

Sunnudagur 07/09
Nú er sunnumorgun, menn eru á dekkinum og gera klárt til at kasta. Vit kastaðu 2 ferð sístu nátt og einaferð í nátt og hava vit eini 600 t av sild í tanginum. Enn er náttin ung so um man kemur fram á ein stima so verður uttan iva kasta aftur. Veðri er av tí besta og allir hava tað gott.

Nú eru vit á veg til Fosnavaag í Norra at landa. Hava 650 t av góðari sild. Vit sleppa framat at landa í annaðkvøld. Her er av allarbesta veðri .

Mynd. Sjúrður Absalonsen. Er farin undir víðari lestur á kokkaskúlanum í Klaksvík.

Frríggjadagur 05-09
So eru vit endiliga aftur.

Vit eru farnir nýggjan túr, eru komnir á fiskileið og bíða spentir eftir at tann rætti stimin skal koma á loddi. Nótin er klár at kasta so vónandi verður okkurt í nátt. Allir hava tað gott, og veðri er av tí besta.


Sunnudagur 31.08.08
Hey nú vóru vit so aftur her, vit hava nú roynt eitt sindur suðuri á 67 gradum, menn tað var ikki so gott at fáast við, stimarnir stóðu djúpt og nógv ferð á teimum, so nú er kósin sett á Føroyar, um mann ikki møtir einum góðum stima. Annars so hevur stírimaðurin "Levi" føðingardag í dag,  kokkurin hevur gjørt lauðkøku , so tað er bara heilt gott. 

Myndin er av føðingardagsbarninum, um nakar er í iva so er tað hann sum lyggur.

Hósdagur 28.08.08
Góðan morgun, her er ikki tað stóra at skriva um í morgun, fiskaríði er smaligt enn, vit leita suðureftur nú, veðrið er betur, so vónandi tekur tað seg upp.

Týsdagur 26.08.08

So vóru vit aftur her, vit eru nú norðuri á 73 gradir, vit hava havt nøkur hál her norðuri, men tað hevur verði ógvuligða smaligt, so vit leita nú í morgun, tað hevur verði okkurt at síggja, men ikki nokk til at koyra út eftur.


Leygardagur 23.08.08
Góðan morgun aftur, her er ikki so nógv at frætta fyri tíðina, vit hava einki fyngi síðan vit vóru her seinast, so tað hevur bara verði leiting sigla nú norður eftur verða frammi á fyskileið á nidnátt í kvøld.

Hósdagur 21.08.08
Góðan morgun, vit toga í Íslenskum sjógvi saman við norðborg, her er ikki tað stóra fiskaríði vit klara at metta fabrikkina á Norðborg, so vit eru ikki byrjaðir at taka fisk inn enn, men tað verður nokk nækað skjótt, so vónandi blívur fiskaríði betur, her er fínasta veður og allir hava tað gott. 

Týsdagur 19.08.08
so vóru vit aftur her, vit hava havt nøkur hál síðan vit vóru her seinast, men hava ikki havt úti síðani í gjarkvøldi, tað hevur verði nokk til framleiðslu hjá Norðborg,  so vit hava koyrt útaftur nú í efturmiddag.

Sunnudagur 17-08
Góðan morgun, vit hava havt tvey hal eitt í føroyskum sjógvi og eitt í Íslenskum sjógvi, men tað hevur verði ógvuliga smaligt, nú er so leiting á skranni, vónandi verður tað okkurt at syggja skjótt, annars so stendur bara væl til, tað er gott veður og allir hava tað gott.

Fríggjadagur 15.08
Vit eru byrjaðir nýggjan túr, koyrdu út í morgun, tað er ikki tað stóra at síggja.
 Manning hendan túrin er: Hans, Levi, Rói, Henzar, Dias, Johnni, J.Júst, Ìsak, S.Erik, Jens S.

Mánadagur 11 August
Góðan morgun, ja, nú eru vit á veg til hús, bæði skipini eru full undir lúkurnar,so tað stendur væl til kunnu tit ætla.
Vit vera væntandi inni seint í kvøld.

Myndin.  Hans er skipari hendan túrin.

Sunnudagur 10 August
Her eru vit aftur, nú sær betur út, vit hava havt 2 hál síðani vit vóru her seinast, tað fyrra fór alt umborð á Norðborg, umleið 150 tons, og seinnapartin hálaðu vit aftur, tað var eitt av teimum heilt góðu, vit fingu uppí, og Norðborg fekk so tað sum eftir var, umleið 150 tons.
Nú leita vit, teir skulu hava eitt sindur afturat, so fara vit at landa, men tann brennandi spurningurin er, hvar vit fara, vónandi heim til Føroyar.

Leygardagur 9 august
Her er sama lagið, ongin sild at fáa,  hava havt 2 hál síðani vit skrivaðu seinast, men tey góvu ógvuliga lítið.
Vit hava leita síðani í morgun, og hava koyrt út nú, tað er ikki nógv at síggja, men vónandi verður eitt sindur av sild her. Nú er kl.21 40.

Myndin: nú er so langt síðani vit fóru, at vit finna ikki aftur á Klaksvík.

fríggjadagur 08 08 2008
Tað er ikki so hugaligt at skriva í dag, her kemur ógvuliga lítið burturúr, vit klára at metta Norðborg, men tað er heldur ikki meir, vit hava silgt vestur eftir í nakrar tímar, her eru nøkur íslendsk skip, tey hava fingið eitt sindur, so vónandi verður tað her vit gera enda á hesum túrinum, her er fínasta veður, tað hevur tað eisini verið allan túrin, men nú er barometri falli eitt sindur.
Vit fara vónandi at koyra út heilt skjótt, nú kl.er 22 50

Hósdagur 7 august

Vit hava havt 2 hál í hesum døgninum, men tað hevur ikki verið nógv í, men alíkavæl, nokk til Norðborg, so teir framleiða aftur, sildin er størri her, so tað gongur helst skjótari hjá teimum nú, tað vóna vit í øllum førum, tað vóru umleið 200 tons tilsaman í báðum hálunum.
Her stendur væl til, og øll hava tað gott umborð.


Mikudagur 6 august

 Nú eru vit aftur, nakað seinkaðir, men tað er ikki orðsaka av ov nógvum arbeiði, vit hava siglt suðureftir síðani í gjár, og vit sigla enn, tað frættist um góða sild í íslenskum sjógvi, so vit vóna at so verður, vit koma á leiðina seinnapartin. Kl. er 12 00 nú, so tað er døgurðatíð, góð knetti fra kokkinum.


Mánadagur 4 august
Nú vóru vit aftur her, tað er heldur langt ímillum viðhvørt, men betur seint enn ongantíð. Vit hava havt nøkur hál síðani vit skrivaðu seinast, tað fyrsta fór alt umborð á Norðborg, tað vóru umleið 150 tons í. Síðani  máttu vit hála í ótið vegna eitt óhapp við sonduni, tá var líti í. Síðani leitaðu vit í fleiri tímar, og sum tað stendur skriva, tann í leitar hann finnur.
Vit hálaðu í morgun kl.11 00, tað var eitt av teimum heilt stóru.
Nú sigla vit, kanska vit finna okkurt á leiðini, nú er kl 21 30, vit lata frætta fra okkum aftur í morgin.

Mynd: Hesin er heima og tekur sær av løttum.

Sunnudagur 3 August
Góðan dagin øll somul.
Vit hava hálað 2 fer síðani tit frættu seinast, tað fyrra var til okkum sjálvar,tað vóru umleið 550 tons í, tað seinna fór alt umborð á Norðborg, umleið 200 tons, so teir hava nokk at gera í fleiri vaktir, tað er eisini tað sum um ræður, at teir hava nokk fyri hendurnar, í øllum førum at byrja við, annars skulu vit eisini hava nógv afturat.
Døgurðin er komin niðurum í øllum góðum, gott lambskjøt og rullusteik og rís ala mande omaná, kl. er nú 15 10, og vit hava ikki koyrt út aftur, men leita, tað er lítið at síggja.

leygardagur 2 august

Nú eru vit aftur her, hava havt 2 hál síðani vit vóru her seinast, tað var so passaligt í, nokk til framleiðslu umborð á Norðborg, annars er væl av sild at síggja, so vit vóna at fiskaríði fer at halda sær, til vit sjálvir fara at taka inn .
Onkur av manningini hevur helst fingið strangar ordrar nú vit eru farnir avstað aftur, tað er í øllum førum meir enn ein sum dúgliga traðkar á hjólhestin, teir eru helst blivnir nakað tungir, men so mikið kann avdúkast her, at teir tingstu eru ikki umborð hendan túrin
Her er  fínasta veður, men kalt, eisini sakna vit sólina, hana hava vit ikki sæð síðani vit fóru avstað hendan  túrin.

Mynd: Ikki er altíð so slætt undir fótum

 


Fríggjadagur 1. august
Vit koyrdu út kl.15 í gjár,vit hálaðu aftur kl. 17, tað vóru umleið 150 tons av hampuliga góðari sild í, síðani hava vit leita inntil nú, tað er ikki nógv at síggja, men vit  hava  koyrt út, nú tað er fari um miðnátt.

Vit hava hálað 2 ferð síðan vit vóru inni seinast, fiskaríði er bara í ordan, teir hava nokk at gera umborð á Norðborg, so tað er á góðari leið.
Vit liggja stillir nú, so vit fáa kanska ein tiltrongdan blund,  men nátturin skal niðurum fyrst, kl. er nú 17 30.

Mikudagur 30 Juli
So eru vit endiliga aftur á tráðnum. Vit fóru avstað náttina til sunnudagin, men enn er onki komið burturúr, vit hava leita norðureftir, bæði í føroyskum, íslenskum og altjóða sjógvi, men enn hava vit ikki sæð nakað serligt, nú eru vit á veg norður í havið, heilt norð á 72 gradir, har eru nøkur føroysk skip, tey hava fingið eitt sindur av hampuliga góðari sild.
Norðborg, sum skal samtrola við okkum fekk trupuleikar við einum ljósmotori, teir fóru aftur á Klaksvík, har lógu teir meir enn eitt døgn, her er onkur sum vil vera við at tað var ólavsøkan sum dróg, heldur enn hasin genratorurin.
Manningin er, Hans,Sjúrður G, Rói, Johnni, John Júst, Grímur, Hentze, Svenning, Jens Sigurd, Rakul og Sjúrður A

Týsdagur 24. juni
Teir pumpa spillolju í land.

Sunnudagur 1. juni
Eftir at hava leita eitt sindur, uttan úrslit, á sandoyarbankanum eru vit nú komnir heim, skipið liggur væl bundið við bryggju undir norðborg. Tað kann verða at vit fara avstað aftur í morgin.

Leygardagur 31.maj

Vit eru farnir úr Norra við kós í mótið Føroyum, ella beint norðan fyri Føroyar. Vit landaðu sløk 800 tons í Kalvåg so tað varð bara í ordan.

Sjúrður er á heimasíðum hjá Arsenal fjepparum hvønn dag fyri at fáa news um liði hjá sær, hann vónar at teir fara at keypa inn spælarar, so teir kunnu verða við í kappingini um meistaraheitið.


Fríggjadagur 30. maj
Vit liggja og landa sild til Domstein í Kalvåg á oynni Frøya, í gjár komu góð 400 tons. Veðrið er gott, sólin bakar niður, so hetta óvanlig forhold hjá okkum klaksjingum.
Kalvåg er ein ógvuliga hugnalig bygd, her búgva umleið 350 fólk, fyri góðum 100 áðrum síðan, tá sesong fiskaríði varð uppá tað mesta, arbeiddu yvir 10.000 fólk her. Nú er Kalvåg mest kend millum fríðtíðarsiglarnar, Boga Rasmussen og aðrar

Mikudagur 28. maj

Tað er av fagrasta veðri í dag, vit hava drigið nótina upp, har er okkurt sum má broytast á henni, vit skulu leingja hanaføturnar og buktirnar, men tað hevur ikki so nógv uppá seg.

Myndin, tað gekk harliga fyri seg í pavninum, bæði skipari og stýrimaður máttu upp í leikin at fáa nótina upp.


Týsdagur 27. maj
Vit fóru at sigla í morgun við 650 tonsum av sild, leiðin gongur nú til Kalvåg í Norra, vit verða inni hósmorgunin.
So børnini mugu brynja seg við tolið..... 

Mánadagur 26. maj
Vit kastaðu tað nýggju stóru nótina í gjárkvøldið, tað varð ein bummur, ikki ein sild í, men tað gekk væl at draga.
Í dag hava vit hála tvær ferðir við 400 tonsum tilsamans, so tað er bara í ordan.

Sunnudagur 25. maj
Vit hava ikki kasta enn, liggja í Íslendskum sjógvið og leita, smáðir stimar at síggja á 150 favnum. Annars veit væl við hjá øllum umborð - koyggjurnar eru góðar.

Mynd: Havnafútin í Klaksvík jublar yvir at sleppa at taka ímóti endanum, tað er ikki oftari enn so.

Fríggjadagur 23. maj

Vit eru farnir nýggjan túr hesaferð eftir sild í Íslendskum sjógvið, vit eru væl mannaðir hendan túrin, 14 mans.

Myndin er av Fannhard, ein av teimum ið hava landa okkum so trúfastir í 10 ár. 

 


Mikudagur 21. maj
Vit hálaðu seint í gjárkvøldið við 80 tonsum, so fiskaríði er einki at reypa av. Tá vit komu av dekkinum fóru Sjúrður og Pól at steikja kjálkar og lippur, tað varð heilt veldigt.
Hálaðu seinnapartin við 200 tonsum og sigla nú inn at landa, liðugt við svartkjaftinum fyri hesuferð, nú fara vit møguliga á sildveiðu.

Týsdagur 20 maj.

Vit hálaðu í nátt við 150 tonsum, so nú hava vit uml. 900 tons inni, nú skifta teir posa og so koyra vit út aftur.

Jens Sigurd er koppaður um í stólinum, av berari møði, teir verða soraðir sundur á dekkinum, líðingarnar eru øðiligar.


Mánadagur 19. maj
Vit hálaðu í nátt við 200 tonsum, koyrdu útaftur klokkan 4 og tova enn, her sær lítið út, men vit vóna at fiskaríði fer at taka seg upp, vit hava nú 750 tons inni.
Veðrið er gott, KÍ vann í gjár og vit fáa tálgaknotti til døgurða, so tað er ikki so galið hóast alt.

Mynd: Jupiter tovar

Sunnudagur 18. maj

Vit hálaðu í gjárkvøldið við 150 tonsum, hava leita í nátt, og koyrdu avstað aftur millum fleiri russarar kl. 7 í morgun, her er lítið at síggja, men fyri at fáa nakað, so má trolið verða úti. Hava 550 tons inni.

Mynd: Sísta túr var gott veður, tá vórðu nógvir útfluktstúrar gjørdir upp á brúgvatakið, her er ein av teimum meira anstendigu, tað eru annars fleiri myndir ið eru steðgaðar í sensurinum, og verða tí ikki lagdar út.


Leygardagur 17. maj

Vit hálaðu seint í gjárkvøldið við uml. 200 tonsum, so nú hava vit góð 400 tons inni. Vit koyrdu avstað aftur í nátt, her er lítið at síggja.

Dagurin í dag er norskur tjóðardagur.

Myndin er av Høgabergi ið tovar í dýrdarveðrið.


Fríggjadagur 16. maj

Vit hava pumpa 250 tons í nátt, nú liggja vit og damla aftur og fram, koyra nokk út aftur ímóti morgni.

Eitt sum upptekur sinni hjá fleiri av manningini er lembingin, tað verður næstan ikki tosa um annað í messuni, tað er skjótt at blíva miljøskaddur tá so er, tað verður skjótt at man fer at siga mææææ mæææææ mæææææ.


Mikudagur 14. maj
Vit fóru av Fuglafirði klokkan fýra seinnapartin, verða á feltinum klokkan eitt í nátt. Tað vigaði 1850 tons hesaferð, so skipið tað tódnar, hann plagdi at takað knøpp 2000 tons fyrr.

Myndin er av gamla Heygadrangi, nú fiskar hann undir Føroyum undir Russiskum flaggi.

Týsdagur 13. maj

Sigla heim við fullari last, vit fingu uppí í nátt, verða inni aftaná døgurða.

Mynd: Levi gjørdi eina roynd at sníkja seg inn á eina dúgvu ið hevði sett seg á aftara gálgan at rinda møðina, tað gekk sjálvandi ikki so væl, dúgvan fleyg avstað.


2. Hvítusunnudagur 12. maj
Vit koyrdu avstað aftur beint eftir nátturða í gjár, og nú døgurðin er farin niður um so tova vit við sama lag, so tað er ikki tað heilt villa fiskaríði.

Hetta gerð at menn hava fingið hvílt sítt troytta likam, onkur hevur ligið í 14 tímar, so tá onkur tosar um líðingar hjá fiskimonnum so kunnu vit bara takað undir við tí, vit hava bæði sólskolding, liggisár og stívar ryggir á okkara skaðalista. 

Myndin er av Aðalstein Jónson SU11, hann er heimahoyrandi á Eskifirði, hetta er eitt nóta-trolskip við fabrikk á la okkara Norðborg.  

Hvítusunnudagur 11. maj
Vit hálaðu seint í gjárkvøldið við 400 tonsum, tað varð bara í ordan.
 
Í dag hava vit hála í úrtíð, orsøkin varð at grunnurin slitnaði, tað vóru eini 250 tons í, so nú hava vit uml. 1500 tons inni. Nú koyra vit hitt aftara trolið út.

Myndin er av Inga og dóttrini, Ingi sigldi saman við okkum í nøkur ár, men sísta heyst valdi hann at taka ábyrgd og fór land at passa "konu" og børn, tey búgva í Århus, har Henny lesur okkurt alvorligt, og hann hevur tikið yvir jobbi hjá Esmar Eysturoy, also tað er so stravið.

Aftur í dag er fínasta veður.
Gleðiliga Hvítusunnu øll somul.

Leygardagur 10. maj
Vit hálaðu seint í gjárkvøldið við 350 tonsum, vit eru takksamir fyri tað ið vit fáa, men men, heilt erligt, vit høvdu vóna eitt sindur meira.
Koyrdu avstað aftur kl. 5 í morgun, kl. er 8 og vit hava 2 sensorar. Enn er fínasta veður, men ongin sól í morgun, so tað er ikki gott at vita hvat strondleyvurnar fara at finna uppá í dag - tá teir einaferð fáa eygu aftur.

Mynd: Børnini hjá Levi og Irdi, tey eita Rutt og Jóhan Páll (lítli konsul)

 

Fríggadagur 9. maj

Vit hálaðu í nátt við 450 tonsum, koyrdu avstað aftur tíðliga í morgun, her er fínasta veður, men ikki so nógvur fiskur, royna suður ímóti markinum.

Mynd: Svenning hevur fingi farvu, teir vóru uppi á brúgvatakinum í gjár og sólaðu sær, onkur fótamørður fekk í meira lagi, men Svenning er akkurat passaligur. 


Hósdagur 8. maj
Hey hey nú vórðu vit aftur, dagurin í gjár royndist illa til fisk, vit hálaðu 2 ferðir við 150 tonsum tilsamans.
Vit koyrdu út aftur í morgun, og tova enn, sær kanska heldur frægari út í dag.
Her er fínasta veður, sólin skínur oman og niðan. 

Annars so stendur onki til hjá lomviganum ið vit tóku upp sísta túr, hann er farin á pleyguheim á Viðareiði, vit hava frætt frá leiðaranum har, at hann kanska verður kiptur ein av næstu døgunum, ein trupuleiki er at hann tolir ikki vatn, og tað er eitt stórt handikapp tá man er sjófuglur. 

Týsdagur 6. maj

Vit er farnir nýggjan túr, við eru Sjúrður A. - Sjúrður G. - Svenning - Levi - Kristian Martin - Hentze - Poul - Esmar - Jens Sigurd - Brian - Johnni - Grímur.

Vit landaðu 1900 tons hendan túrin, royndist illa í vekt!!


Sunnudagur 4. maj

Vit hálaðu seint í gjárkvøldið fyri at rætta brekið í sonduni, tað ornaðu teir røsku maskinmenninir bæði skjótt og væl, tað var lítið í, kanska 40 tons. Vit koyrdu út aftur klokkan 5 í morgun og toga enn, veðrið er gott.

Vit sigla heim, er sjómans yndisorð.................
Hálaðu í morgun við 70 tonsum, tað varð akkurat fyri, nú bíða vit eftir døgurðanum, í dag er lambakjøt og rullusteik á skránni, omaná er tann tradisionella sera sera sera góða fromagan hjá Hentze.
Vit hava tað gott tað má man siga.
Verða inni í kvøld uml. kl 21
Vit tóku ein lomviga upp í morgun, hann var oljudálkaður, Sjúrður hevur vaska hann av einlistum og so slapp hann, at læna hárturkaran hjá Diasi at turka hann við, nú fara vit at pleyga hann soleiðis at hann kemur fyri seg, og kann fjálga um stovnin.


Krossmessa 3. maj
Gamalt er at tjóðfuglurin hevur fult reiður hendan dagin. Um hetta passar eru deildar meiningar um, í hvussu er við borði í messuni.

Vit toga enn, koyrdu út í gjárkvøldi so tað er ikki tað heilt villa, veðrið er gott, Manchester vann so tað er 3 glaðir menn umborð, teir vórðu so glaðir at teir løgdu út á dekki at vaska

Vit tova í kvøld, sondan streykar so vit tova í blindum, hálaðu annars seinnapartin við 300 tonsum tað varð bara í ordan.

1800 tons inni.

Fríggjadagur 2. maj
Vit hava hála í nátt við góðum 300 tonsum, so nú hava vit umleið 1200 tons inni, her er fínasta veður.

Í dag fáa vit hjáveiðuknetti til døgurða, Hentze er specialistur í at gera knetti, hann hevur tvey modell, tey rundu eru full av tálg og ætlaði til teir ið treingja til tað, og tey avlangu eru til teir ið hava nógva tálg

Vit hava hála í kvøld, teir mettu tað til 300 tons, so nú hava vit 1500 tons inni.

Kristi himmalferaðardagur 1. maj
Her sita teir, garparnir, og koyra í seg, Brasilianskur tarvur, omaná kunnu teir velja ímillum fleiri sløg av fóm ísi ella banandrýl a la Hentze, teir eru júst komnir av dekkinum har teir hava pumpa 300 tons av góðum svartkjafti. So nú hava vit 850 tons inni.

Mikudagur 30. Apríl

Vit koyrdu út tíðliga í morgun og tova enn, veðrið er av tí allarbesta og eitt sindur av fiski at síggja, klokkan er fýra og vit fara at hála hvørja løtu.
Hálaðu í kvøld við 550 tonsum so tað varð bara í ordan.
Annars so er sorg í leirinum í kvøld eftir tapi hjá Liverpool.


Týsdagur 29. Apríl
Nú eru vit byrjaðir nýggjan túr, fóru av Klaksvík klokkan 6 í morgun, stima suður ímóti markinum, her er fínasta veður, gott hjá teimum ið akkurat hava verið í feriu.

Sunnudagur 27 Apríl
Vit eru nú farnir at sigla á føroyar, men tað hevur ikki gyngi eftur vild hendan túrin , hava trupuleikar við motorinum, verða inni  tíðliga í morgin hava uml. 450 tons.

Fríggjadagur 25 Apríl
Vit fóru av Eskifjørðinum í gjar kl. 14.00 og vera aftur á fiskileið uml. á nátturða í kvøld, annars so stendur væl til her, allir hava tað gott og eru hugagóðir at byrja nýggjan túr.

Týsdagur 22 Apríl
Nú var so samband aftur eina løtu , so tað er at skunda sar at skriva, vit fyngu uppí í morgun og fóru at sigla aftur til ísland at landa, verða  á eskifiðri  efturmiddag í morgin, tað er gott veður at sigla eitt lot undan.

Mánadagur 21 Apríl
So vóru vit aftur her, vit hava havt gott fiskarí, hava uml. 1400 t. inni nú
veðrið er gott og lagði er gott á monnum.

Sunnudagur 20 Apríl

So vóru vit aftur á fiskifeltinum, koyrdu trolið út 09.30 í morgun, annars so er veðrið gott og alt er væl her. 


Hósdagur 17 Apríl
Vit fyngu uppí í gjarskvøldi og sigla nú til Eskifjørðin í Íslandi at landa, tað gongur gott at sigla eitt líti lot undan, vera inni tíðliga fríggjamorgun, so hesin túrurin varð av teimum heilt góðu

Mikudagur 16 Apríl
Hey tit, vit hava nú hála tríggjar ferðir, 500 t. hvørja ferð, so tað er bara heilt gott. Annars so stendur væl til her, veðrið er av tí aller besta, tað er eisini tiltrongt, fara nu at leita eitt sindur, aðren tað verður koyrt útaftur.  

Týsdagur 15 Apríl
Vit hava koyrt út í morgun í føroyskum sjógvi, tað sær út til at verða eitt sindur at fáa.

Mánadagur 14 Apríl
Vit eru farnir nýggjan túr, fóru av fuglafiðri seinapartin, veðrið er gott.

Manning:

Hans, Levi, Rói, Jens.S, Brian, Svenning, Hentzar, Pól, Dias, Johnni, J.Júst, Sjúrur A.

Fríggjadagur 11 Apríl
Vit hava nú fyngi tað seinasta sum vit manglaðu, fóru at sigla við fullari last kl. 20.00 í kvøld, kósin er sett á Føroyar, tað er eitt líti lot ímóti, um tað gongur sum nú so verða vit á Fuglafyrði uml. kl. 09.00 Sunnudagin

Hósdagur 10 Apríl
vit hava hala tvar ferðir, eitt tílja í morgun har vóru 350 t. og  eitt nú í efturmiddag uppá 400 t. so nú mangla vit uml. 150 t. í last, so tað er bara í ordan.

Mikudagur 9 Apríl
Vit hava haft tvey hál síðan vit vóru her seinast, tað fyrra varð uppá 300 t. og nú í efturmiddag eitt uppá góð 500 t. so vit hava nú runda hálva last
her er hampuligt veður, annars stendur bara val til.

Týsdagur 8 Apríl

So vóru vit aftur her, vit eru byrjair at fiska hava hála í efturmiddag tað vóru 280 t. í. Annars so eru nógv skip her á leiðini, og veðri er bara gott nú.

Manning er:

Bogi, Levi, Rói, Dias, Johnni, John Júst, Pól, Svenning, Ísak, Brian, Ragnar, Petur.


Leygardagur 6. Apríl

So liggja vit í Fuglafirði, byrjaðu at landa kl 0700 í morgun. Menn eru farnir heim at hvíla seg og samla kreftir til nýggjan túr. Umborð er lambaryggur koyrdur í ovnin so Jens, Hans, Grímur og gestir fáa ein góðan døgverða í dag. Teir fara allir 3 í feriu nú.

Tað verður farið nýggjan túr beinanvegin, tað liðugt er at landa, helst einafer seint í kvøld ella sunnumorgun.


Fríggjadagur 4. Apríl
Sum sagt, fyngu vit uppí í gjarskvøldi og sigla nú á Føroyar.  Tað gongur gott eitt líti lot undan, og vera vit á Fuglafirðið tíðliga leygarmorgun, um veðri heldur sær. Vit sleppa framat at landa beinanvegin, so menn sleppa líka heim at síggja síni kæru áðrenn farið verður nýggjan túr. 

 

Hósdagur 3 Apríl
So er aftur samband og vit mugu skunda okkum at skriva nakrar reglur.

1. Apríl er farin aftur um  við øllum tí sum hann hevur at borðreiða við. Vit fiska enn, treiskast og royna at fáa nakrar stertar á lastina, veðri er gott og allir mans hava tað gott. Summir føðast um úrslitini í champions leage og aðrir mugu halda ondini eina viku afturat. Heimligu kappingina tosa menn líti um, tað gongur onki hjá teimum bláðu. Tað er bara ein umborð í løtuni sum hevur "rætta liðið valt" sitat Uni Arge  

So er lastin full, og vit hava sett kósina norðeftir. Enn er ikki avgjørt hvar vit fara at landa. Tað man fara at frattast seinnri í kvøld.

Týsdagur 1. Apríl
Tað er tiltikið at droyma um fisk. So er enn, eftir at skiparin hevið fyngi sær ein blund fyrradagin kom hann upp á brúnna dreygaði 180 gradir og setti kós eystureftir. Vit hav ligi norð úr Fugloy í eitt døgn nú og rokast . So tað er eitt at gera hjá tykkum sum vilja hava fisk, tað er tørna inn og vita um ikki onkurt fiskiligt verður droymt.

Vit hava tað allir gott men dekkarnir eru troyttir av at hava verið á dekkinum allatíðina.

Sunnudagur 30 Mars
Vit eru farnir nýggjan túr, fóru av Fuglafirði seinnrapartin.

Manning:
Kristian Martin, Hans, Rói, Johnni, John Júst, Grímur, Poul, Jens Sigurd, Ísak, Brian, Ragnar og Svenning

Leygardagur 29 Mars
So eru vit heima, liggja á Fuglafirði og landa. Hava ikki haft internetsamband allan vegin heim tí hevur onki verið at fratta frá okkum.

Fara nýggjan túr í morgin.

Hósdagur 27 Mars

Í morgun hálaðu vit ein væl fyltan posa at borði. Tað munaði væl í lastini, so tað skuldi bara ein lítil sjattur afturat so var fult. Tað hava vit so gjørt av okkum í kvøld.

Nú hevur kokkurin gjørt pannukøkur, soleiðis at tá kempurnar á dekkinum eru lidnar við sítt arbeiði, kunnu koma inn og eta seg um rygg áðrenn teir fara at leggja seg.

Mynd: posin í morgun


Mikudagur 26 Mars
Dagurin í dag hevur bara hilnast væl. Vit hava toga 2 ferðir. Eini 700 t tilsamans. So er bara at vóna at næsta døgn fer at geva líka nógv.


Týsdagur 25 Mars
So vóru vit endiliga aftur á tráðnum. Síðan seinast hava vit hildið páskir, og eru allir komnir snikkaleysir undan páskum tó er BMI helst farið eitt kvink uppeftir av góðum mati og páskareggum. 

Vit hava haft trolið úti 2 ferðir síðani vit fóru og hava vit eini 400 t inni. Tað hevur verðið nógv leita eftir svartkjafti men sera líti er at sýggja.

Vit hava tað allir gott, og veðrið er eisini gott.

Mynd: Gott at hesir er farin í feriu at hvíla sítt troytta likam.

Leyðardagur 21 Mars
Soooooo var samband aftur. Ikki tí tað er tað stóra at skriva um. Vit hava leita síðani vit koma á fiskileið, uttan at hava funnið ein stert. Tað góða er at veðrið endiliga er gott soleiðis at man kann fara út á dekkið uttan fáa karm.
Vit hava tað allir gott, og ynskja tykkum heima eini góð páskir.  

Skírshósdagur 20 Mars
Her er ikki nógv nýtt at fratta. Veðrið er ikki av tí besta so vit "slowa" spakuliga suðureftir.  Annars stendur væl til umborð, menn hava veruliga fyngi strekt sær ryggjin, so teir vera klárir at taka fatt tað vit koma á fiskileið.

Týsdagur 18 Mars
Fóru av Fuglafirði um 21:00 tíðina, tá liðugt var at landa. Vit hava set kós í ein útsinning, móti leiðum vestan fyri Írland. Veðrið er gott.

Mánadagur 17 Mars
So daga oyggjarnar undan havsbrúnni, tað er altíð ein hugalig sjón fyri ein sjóðmann. Veðri er gott og menn eru spentir at koma heim at síggja síni kæru. Vit vera á fuglafirði um nátturðatíð. Sleppa at landa beinanvegin, so steggurin heima verður ikki drúgvur hesaferð. Onkur er tó so heppin at sleppa í feriu nú eftir eitt langt og baldrut tørn.
 

Leygardagur 15. mars

Góðan morgun, vit hava hála í morgun, tað varð væl í, eini 500 tons. Vit mangla lítið í last, eini 100 tons, koyra avstað aftur nú.

Vit sigla heim við fullari last av svartkjafti, verða á Klaksvík mánadagin, veðrið er onki at reypa um, sjaskveður ímóti, men hann sigur minkandi í nátt.


Fríggjadagur 14 Mars
So er 3. hálið komi innanborða, góð 300 t siga teir á dekkinum var í. So tað gongur tann rætta vegin.  
Tað eru bara 4 tímar farnir av døgninum, so tað koma helst meiri tíðindi seinnri í dag.

So eru vit aftur við knappaborði. Dagurin hevur verið á leið til fiskarí, hava hála 2 ferð, á middegi og í kvøld. Tey bæði hálini hava givi um 500 t. Veðri er gott og náttin ung so vónandi fáa vit nakrar svartkjaftar afturat í nátt.

Hósdagur 13. mars

Nú er frægari veður, vit hava hála 2 ferðir við 500 tonsum tilsaman.

Klokkan er 20.00 og vit koyra avstað aftur, her eru nógv skip so køðkultururin er tikin í brúk.


Á grækarismessu 12. mars
Nú er ein vika síðani vit fóru av Klaksvík, enn hava vit ikki haft troli úti, men tað eru útlit fyri at tað fer at henda í kvøld.
Í gjár varð rættuligt ódnarveður, hann sigur minkandi í dag, og lovar gott veður í nakrar dagar, so vónandi verður fiskur at síggja.
Annars so hólvaði Liverpool Inter av í gjár, og staðfesti enn einaferð at teir eru besta lið í Europa.
 

Mánadagur 10. mars

Enn ein bakkdagur, í kvøld hevur verið heldur frægari veður so vit hava leita eitt sindur, hann sigur tó verri veður í nátt og í morgin, men mikudagin verður gott veður. Her eru nógv skip men onki at síggja, men vit hava eina vón um at tað fer at taka seg upp tá ið veðrið verður betri.

Onkur spælur vist.

 


Sunnudagur 9. mars
Vit leita suðureftir, her eru nógv skip, ongin sær nakað, her er sjaskveður og hann sigur meira vind seinni og í morgin.

Leygardagur 8. mars

Vit royna at stríða okkum suðureftir, eru nú komnir nakað suður um Rock All.
Annars veit væl við, vit hava tað gott, fáa gott at eta og nokk av svøvnið.


Fríggjadagur 7. mars

Vit sigla suðureftir, veðrið er vánaligt og hann sigur bara sjaskveður, men nú fáa vit at síggja, vit fáa so onki gjørt við tað. Vit royna bara at hygga okkum sum fræðast við m.a kortspæli.
Nýggjasta granskingin sigur at atð er gott at hava eitt BMI millum 30 og 35, so hevur man nakað at standa ímóti við.

Onkur etur seyðahøvd til døgurða og nátturða og helst eisini natmad - mææææ -mæææææ  

 


Hósdagur 6. mars

Vit fóru av Klaksvík í morgun, landaðu góð 1900 tons til Havsbrún hesuferð. Nú sigla vit suðureftir.

Manning:

Pól - Jens Sigurd - Rói - Sjúrður A. - Hans - John Júst - Grímur - Jeffri - Esmar - Sjúrður G. - Jóannes.


Mánadagur 3. mars
Vit royna at stríða okkum heim til okkara kæru, her er sjask ímótið so tað gongur ikki skjótt, men fram kemur tann ið hóliga fer sigur man, vit verða nokk inni á middegi í morgin, sleppa at landa mikudagin.

Sunnudagur 2. mars

Vit koyrdu avstað í nátt og hálaðu í morgun við 400 tonsum og tað varð nokk so vit eru farnir at sigla, tað er ikki ordiliga avgjørt hvar vit fara men Fuglafjørður stendur nokkso ovarliga á ynskilistanum hjá teimum flestu, kanska ein viss frúða kann sína ávirkan galdandi. (Hans kom her....)

Annars so steikir kokkurin lambskjøt til døgurða, Sjúrður hevur eisini fleyga nakrar ritur, tær verða góðar í nátt, so man kann siga at ongin behøvist at ganga svangur.

Myndin er av Hans, so cool er hann nú, hann er blivin skipari.


Leygardagur 1. mars

Vit hava koyrt út aftur í morgun, veðrið er betri nú, men hann sigur frá sjaskveðrið aftur skjótt. Tað varð avskotið kl 8 í morgun.

Norðborg er á veg suðureftir eisini, teir hava rent seg í illveður so tað gongur seint hjá teimum.

Vit hálaðu seinnapartin við 200 tonsum, nú liggja vit bakk aftur. Vit mangla eini 3-400 tons í last.

 


Fríggjadagur 29. februar

Vit liggja bakk í morgun, her er sjaskveður men hann sigur betri veður í kvøld.

Vit hava hála í gjárkvøldi og í nátt við 450 tonsum tilsamans so nú hava vit eini 14-1500 tons inni.

Mynd: Vit hála, lemmarnir koma at borði.


Hósdagur 28. februar
Vit hálaðu í gjárkvøldi við 300 tonsum og í morgun við 400 tonsum so nú hava vit hálva last umleið 1000 tons inni.
Her eru nógv skip á feltinum eini 40-50, nógvar ymiskar natiónir - normenn, danir, skotar, írar, hollendarar og so vit. 

Mikudagur 27. Februar
Fram kemur hann í hovliga siglur. Ja so eru vit komnir á fiskileið, koyrdu trolið út í morgun. Veðri er gott, og lagi á monnum er í top.

Vit hálaðu seinnapartin við 300 tonsum, tova aftur nú, klokkan er 22. Fínasta veður.

Týsdagur 26. februar
Vit royna at stríða okkum suðureftir, tað gongur seint, verða nokk á fiskileið í morgin.

Mánadagur 25. februar

Vit sigla suðureftir, her er sjaskveður ímóti so tað gongur ikki skjótt, 4-5 míl

Annars so fyllir hendan fitta gentan 6 ár í dag, tillukku tillukku......


Sunnudagur 24. februar
Vit eru farnir avstað aftur, hava verið heima og landa 1900 tons av svartkjafti.
Myndin er av Norðborg við bryggju.

Hósdagur 21. februar
Vit hava broytt kós, nú stendur kósin í Munkin so Íslandstúrurin bleiv av ongum hesuferð, ikki tí eg rokni ikki við at nakar er keddur av tí. Veðrið bleiv so vánaligt í gjárkvøldi at tað var ikki siglandi, so har varð onki at gera.
Annars var Cl fótbóltur á skránni aftur í gjárkvøldi vit fegnast um javnleikin hjá MU, tað er gott at teir hava heldi við sær, sum man sigur lykken står de tossede bi. Synd fyri Arsenal teir vóru óhepnir.

Mikudagur 20. februar

Liverpool vísti í gjárkvøldið einaferð enn at teir eru eitt av heimsins bestu fótbóltsliðum - um ikki teir allarbestu.

Dagurin í dag er merkisdagur, Norðborg fer av bakkastokki niðri í Chile, vit ynskja tykkum tillukku. 


Týsdagur 19. februar
Vit hava hála tvær ferðir síðan seinast vit vóru inni, i gjárkvøldi við 300 tonsum og í nátt við 500 tonsum, nú tova vit aftur, her er lítið at síggja.
Hálaðu í dag við 250 tonsum og aftur í kvøld við 200 tonsum, nú gongur ikki meir niður, so vit eru farnir at sigla, fara væntandi á Fáskrúðsfjørðin í Íslandi at landa.

Mánadagur 18. februar
Vit komu á fiskileið í gjárkvøldi, koyrdu út kl. 21, vit hava síðan hála 2 ferðir við tilsamans 700 tonsum. Veðrið er gott í morgun.
Mynd: Fagraberg tovar framvið okkum

Leygardagur 16. februar

Vit sigla suðureftir, verða væntandi á fiskileið í morgin, veðrið er hampuligt.

Ræstan fisk til døgurða í dag, annars er ikki nógv nýtt, fólki svevur.


Fríggjakvøld 15. februar

Vit eru liðnir at landa 2000 tons, fara nýggjan túr eftir svartkjaftið hvørja løtu, liggja og bíða eftir einum troli.

Manningarlisti:

Hans-Grímur-Levi-Jeffri-Jens Sigurd-Sjúrður G.-Jóannes-Rói-Esmar-Sjúrður A.-John Júst.


Hósdagur 14. februar

Í nátt hevur Sjúrður servera stoktar ritur, tað var gott lag á monnum, serliga skiparin varð vælnøgdur tá hann fór í koyggjuna, eftir at hava etið seg stívan. Hygg eftir myndunum undir Rituball.


Mikudagur 13. februar
Vit hava fingi uppí og sigla heim, verða á Fuglafirði eftir miðnátt í annaðkvøld

Týsdagur 12. februar
Vit hálaðu í nátt við 200 tonsum, tað vil siga at vit hava umleið 1400 tons inni. Myndin er av Høgabergið, Hans Jákup Petersen er skipari, teir mangla lítið í fulla last.
Vit hálaðu aftur í morgun við 200 tonsum so nú manglar okkum lítið í fulla last. Veðrið er gott og vit koyra út nú, tað er døgurðatíð, kokkurin diskar upp við grindabúffi og aspargesuppu, omaná er brúnakaka

Mánadagur 11. februar
Vit royna at hanga í her suðuri, tað gongur ikki væl hjá okkum fyri tíðina, nógv bolling, men vit hava tó eini 800 tons inni.
Í morgun fingu vit eitt veldugt hál, 500 tons vóru í so nú gongur onkran veg

Leygardagur 9. februar
Vit hálaðu við 300 tonsum í morgun, annars hevur ikki verið nógv at skriva heim um, vit hava bara bollast sístu dagarnar.

Hósdagur 7. februar

Vit koyrdu út í nátt, eitt sindur er at síggja og veðrið er heldur frægari nú.


Mikudagur 6. februar
Vit hava ikki koyrt út enn, leita eystureftir, her er sjaskveður nú, teir siga betri veður í morgin.
Mynd: Norðborg var uppá prei hjá okkum í gjár, vit høvdu pakning út við til teir, teir høvdu proviant við til okkum úr FO, ræstan fisk og seyðarhøvd, men tað vísti seg at teir høvdu etið proviantin hjá okkum sum prikkurin yvir i ' i so bóðu teir um at fáa skoynisoppar eisini, góðir av okkum eru vit, so tað fingu teir eisini, men har settu vit grensuna - restina máttu teir klára sjálvir 

Mánadagur 21 jan.
Vit eru vestan fyri Irland og leita eftir svartkjafti, veðrið er gott men ongin fiskur, lagið er tó gott á monnum, vit spæla kort, og viðgera valúrslitið tað gongur nokk øll vikan við tí. Onkur er eisini spentur í fótbólti
Sjúrur Absalonsen er serliga fegin í hesum døgum. Hann er væl nøgdur við úrslitið hjá Róa, eitt sindur forharmaður er hann um at hann ikki varð heima og hjálpti honum at reka nú í endaspurtinum, men man kann ikki verða allastaðni   

Mikudagur 23 jan.
Vit hava havt eitt tov tað gav 400 tons, tað er bara í ordan.





24 og 25 jan.
Hósmorgun:
Vit sigla inn til Killybegs at landa, her er sjaskveður og hann sigur sjaskveður í nakrar dagar, vit hava um 500 tons inni so vit fara bara at fáa tað upp og byrja uppá nýtt aftur.

Fríggjadagur:
Vit liggja í Killybegs í Írlandi, vit hava landa í allan dag, vit høvdu um 500 tons. Tað gekk illa í hond hjá teimum við landingini, vit vóru fyrsta skipið í ár, tað er kanska orsøkin.
Finnurin og Tróndur liggja við síðuna av okkum, Finnurin skal landa í morgin. Vit fara út aftur í morginárini, hann sigur betur veður nú.


Leygardagur 26 jan.
Vit fóru út í morgun, veðrið er onki serligt og tað ljóðar onki frá fiskaríði, Jón fór heim úr Írlandi so Sjúrður er skipari nú, veit ikki um tað fer at hjálpa. Vit sigla suður vestur eftur nú so vit fara nokk at missa internetsambandi so tað verður nokk smáligt við uppdateringum.


Mánadagur 28 jan.
Vit hava hála í kvøld, tað vóru 300 tons í, koyrdu út kl 03 í morgun. Nú leita vit aftur fara nokk at koyra út aftur skjótt. Veðrið er hampuligt nú.

Týsdagur 29 jan.
Hálaðu í kvøld við gott 300 tonsum, koyrdu avstað aftur beinanvegin, hann ruskar veðrið nú, forsøgnirnar siga frá nógvum vindi næstu dagarnar.

Mikudagur 30 jan.

Vit hálaðu í morgun við 250 tonsum, nú liggja vit bakk. Fiskaríði hevur ikki tikið seg ordiliga upp enn, ikki sum tað plagar at verða her suðuri. 


Hósdagur 31 jan.
Vit liggja bakk enn, her er rættuligt sjaskveður, annars veit væl við umborð vit kunnu ikki gera annað enn at bíða. Størsta trupuleikan hevur kokkurin, Hentze keypti epli í Írlandi, problemi er at tað ber ikki til at kóka tey, hann hevur roynt allar hundakunstir fyri at fáa tey at halda, men tað riggar illa, í kvøld fáa vit rís

Fríggjadagur 1. februar
Vit eru byrjaðir at fiska aftur, koyrdu út aftur í nátt tað sær heldur frægari út nú men veðrið er vánaligt, her er eitt forferdiligt rull. Annars gongur alt sína vanligu gongd kokkurin hevur ræstan fisk í dag, hann er so bangin um eplini, hann hevur staði uppi yvir teimum í allan morgun, men nú eru tey so kókaði og tey eru heil.
Vit hava hála nú seinnapartin, tað var nokkso buldraslit men tað gekk væl vit pumpaðu 300 tons. Veðrið er heldur frægari nú, eg vænti at vit koyra út aftur skjótt.
 

Leygardagur 2. februar

Vit hava fingi uppí og eru á veg inn til Killybegs at landa, vit høvdu tvey hál í morgun uppá 7-800 tons so tað er bara í ordan. Vit verða inni í nátt.


Týsdagur 5. Februar
Vit eru nú á veg útaftur, hava verið inni í Killybegs og landa fulla last av svartkjafti.