Hjartaliga vælkomin til okkara.
Fremst á myndini sæst Gerðastøð. Her vóru fleiri bátalendingar og neyst. Eitt sera væl dámt spælipláss fyri smádreingir í mínum barndómsdøgum. Nógvir bátar hava verið drignir oman og niðan á hesum støðum gjøgnum tíðirnar. Í dag er tað mestsum heilt útdeytt, nú eru tað bátahyljar, sum verða nýttir í staðin. Ovast er Raktangin í baksýn
Hjartaliga vælkomin
Vælkomin aftur. Á teimum komandi síðunum kanst tú síggja og lesa nakað av tí, sum hendir hjá okkum og kanska eitt lítið sindur eisini um okkum. Øll eru vælkomin at senda eina heilsu eisini í gestabókini. Tað hevði verið sera áhugavert at fingið onkra viðmerking frá øllum teimum, sum eisini vitjaðu hina gomlu heimasíðuna og sjálvandi frá øllum teimum komandi. Gerið so væl.