Heimasíðan hjá 1. flokki

1. flokkur - 2011

Dagførd 7. februar 2012

Heimasetningurin í viku 6
Í vinstru síðu kunnu tit trýsta á "Heimasetningur," har síggja tit heimasetningin í viku 6.


100 dagar í 1. flokki

Dagur nr. 100 verður hildin á ein heilt serligan hátt.
Lagt verður upp til ein spennandi dag, har vit fara til Las Vegas í ein dag. Vit fara at hava diskotek, spæla Gekk, syngja karaoke, svimja og filmur og café verður á skránni. Vit gleða okkum til dag nr. 100

Myndir frá degnum liggja undir leinkjuni: 100 dagar í 1. flokki.



Veturin kom við kulda og kava

 

Veturin kom við kulda og kava,

ringt er hjá seyðinum, hart er at skava,

kalt er í berligum bóli.

Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir,

burtur úr túninum hundurin rýmir,

inni situr kúrandi Óli.

 

Gler er í á og skalvur í brekku;

rínur og hvínur í hvørjari sprekku;

Óli er grammur í huga,

situr og hugsar um summar og gleði,

fuglur var kátur, og lambið var fegið;

nú hómast ikki ein fluga.

 

Omman á bríkini sigur frá søgum,

abbin úr fjøruni kemur við øðum,

oman kemur maður av Gørðum.

"Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!"

Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.

Har kemur Klæmint við kørðum.

 

Hans A. Djurhuus